Vit bjóða tær eitt óheft prát við ein heilsufrøðing,
sum er fosturtøkuráðgevi. Eisini ber til at fáa ráðgeving frá sálarfrøðingi, løgfrøðingi, sosialráðgeva ella øðrum viðkomandi fakkunnleika.
Tænastan er ókeypis.
Tú kanst bíleggja eitt prát við okkum á radgevi@gigni.fo
Legg til merkis, at tá tú sendir ein teldupost, so sær fosturtøkuráðgevingin, hvør avsendarin er.