
Um ein kvinna fær fosturtøku í samsvar við fosturtøkulógina, kallast tað ein provokerað fosturtøka. Sí galdandi fosturtøkulóg
Fosturtøkan verður framd við at kvinnan fær medisinska viðgerð, ið setur fosturtøkuna í gongd ella við einari skurðviðgerð á Landssjúkarahúsinum.
Tað er møguligt at fáa medisinska fosturtøku til og við viku 9 í viðgongutíðini. Hetta verður framt á Gynækologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum.
Tú fært tíð til samrøðu og gynækologiska kanning á ambolatoriinum. Tá verður eisini staðfest, hvussu langt tú ert komin í viðgongutíðini.
Um tú lýkur treytirnar fyri fosturtøku, fært tú heilivág (Mifepriston), ið steðgar graviditetinum. Hetta hevur við sær, at lívmóðirin stoytir fostrið frá sær. Tað verður givið saman við einum øðrum heilivági (Misoprostol), sum ger, at lívmóðurin trekkir seg saman, og byrjar at tøma seg.
Vanligt er, at kvinnan fær kvalmu, menstruatións líknandi pínu og fer at bløða av hesari viðgerð.
Sum pínustillandi kanst tú taka Panodil og Brufen eftir tørvi. Tað fæst í hondkeypi á apotekinum.
Umráðandi at tú ikki ert einsamøll
Tað er umráðandi, at tú ikki er einsamøll, meðan viðgerðin fer fram.
Um tú fært tørv á lækna, og tú ikki ert før fyri at seta teg í samband við lækna sjálv, er týdningarmikið at onkur annar kann hjálpa tær.
Um ongin bløðing er 2-3 dagar eftir inntrivið, skalt tú seta teg í samband við Gynækologisk ambulatorium.
Kontrol
Tríggjar vikur eftir viðgerðina skalt tú taka eina gitnaðarroynd. Um hon framvegis er positiv, er umráðandi, at tú setur teg í samband við Gynækologisk ambulatorium og fær tíð til eina nýggja kanning.
Um kanningin vísir, at tað framvegis eru restir eftir í lívmóðurini, kann tørvur vera á at endurtaka viðgerðina. Tað kann eisini vera neyðugt, at gera eina útskaving. Hetta metir læknin um.
Keldur:
Faldari frá LS
Skurðviðgerðin verður gjørd sum ein dagsskurðviðgerð á Landssjúkrahúsinum, og tú sleppur heim sama dag. Skurðviðgerðin verður framd undir fullari doyving, og tú skalt tí vera fastandi.
Áðrenn skurðviðgerðina fært tú pínustillandi og eitt evni, ið útvíðkar og ger lívmóðirhálsin bleytan. Tað verður givið sum tablett at svølgja ella at seta upp í skeiðina.
Fosturtøkan verður framd við at læknin útvíðkar lívmóðirhálsin og leiðir eitt plastrør inn í lívmóðurina. Síðan verður fostrið sogið út. Skurðviðgerðin tekur umleið ein hálvan tíma og ongin skurður er aftaná.
Eftir skurðviðgerðina kemur tú oman í viðraking, og aftaná stutta løtu fert tú inn aftur á deildina. Tá tú ert komin fyri teg, sleppur tú heim.
Tað er ikki loyvt at koyra bil í 24 tímar aftaná, at tú hevur verið doyvd. Heldur ikki er ráðiligt, at tú ert einsamøll um kvøldið og náttina aftaná fosturtøkuna. Um tú fært tørv á lækna, og tú ikki ert før fyri at seta teg í samband við lækna sjálv, er týdningarmikið, at onkur annar kann hjálpa tær.
Keldur:
Kirurgisk abort - Patienthåndbogen på sundhed.dk
Faldari frá LS
Í 2024 fingu 43 kvinnur framt fosturtøku í Føroyum.
Les meira á hagstova.fo
Eftir at tú hevur fingið fosturtøku, er vanligt við løttum eymleika í undirlívinum og blóðugum útfloti í einar 10 dagar. Til ber at taka vanligan hondkeypsheilivág sum pínustillandi.
Í hesum tíðarskeiði er vandin fyri undirlívsbruna øktur. Tí eigur dentur at vera lagdur á reinføri. Um møguleiki er til tess, verður rátt til, at tú skolar tær í neðra nakrar ferðir dagliga.
Meðan tú bløðir, verður frárátt at:
Brúka tamponir
Fara í bað
Hava samlegu
Svimja
Set teg í samband við lækna:
Um tú bløðir sum menstruatión ella meir
Um tú fært undirlívspínu
Um tú fært fepur
Minst til
Tú kanst fáa eggloysn longu innan 14 dagar, og sostatt er møguleiki at gerast við barn longu áðrenn næstu menstruatión, sum annars kemur uml. 1 mánað aftaná fosturtøkuna. Tað er tí umráðandi, at byrja við fyribyrging, áðrenn samlívið (kynslívið) verður tikið uppaftur.
Keldur:
Tað er vanligt at hava blandaðar kenslur eftir fosturtøku . Summar kvinnur kenna seg syrgnar og tungar í huga, meðan aðrar kenna ein lætta á sær. Eingin kensla er røtt ella skeiv og allar reaktiónir eru í lagi.
Les meira um reaktiónir á abort.dk