Fosturtøkuráðgeving
Ert tú við barn, og ert tú í iva um støðuna, bjóða vit tær eitt óheft prát við ein heilsufrøðing, sum er fosturtøkuráðgevi. 

Tilber eisini at fáa ráðgeving og stuðulssamrøðu aftaná fosturtøku.

Samband
Ring á tlf. 562356! 
Telefonráðgevingin er navnloynd og vit svara gerandisdagar millum kl. 12-13.

Tú kanst eisini bíleggja eitt prát við okkum á radgevi@radgevi.fo
Legg til merkis, at tá tú sendir ein teldupost, so sær
fosturtøkuráðgevingin, hvør avsendarin er.

Vit veita ikki skrivliga ráðgeving.

Onnur hjálp
Gjøgnum Gigni ber til at fáa ókeypis ráðgeving frá sálarfrøðingi, løgfrøðingi,
sosialráðgeva ella øðrum viðkomandi fakkunnleika.

Dátuvernd og GDPR
Heimasíðan, fosturtoka.fo, savnar ikki inn persónsupplýsingar. Á Dátuvernd og GDPR - Gigni kanst tú lesa um tíni rættindi.