Við barn?

Menstruatiónin er seinkað og í hondini hevur tú eina gitnaðarkanning (graviditetstest) við tveimum reyðum strikum. Kanska er hetta ikki tín fyrsta kanning - tí tú vilt vera heilt vís í, at tú veruliga ert við barn. 

Ein positiv gitnaðarkanning kann hava við sær nógvar ymiskar tankar og kenslur. Sum kvinna kanst tú lætt kenna teg einsamalla í støðuni, serliga um graviditeturin ikki var væntaður. 

Hvønn kann eg tosa við?

Fortel makanum, at gitnaðarkanningin er positiv.

Um tú ikki hevur ein maka, kann tað vera gott at deila tínar tankar, kenslur og ivamál við onkran annan persón tú ert trygg við og hevur álit á, t.d. eina vinkonu, mammu tína ella annan avvarðandi. 

Tú kanst eisini seta teg í samband fosturtøkuráðgevingina. Sí her

Hvar fái eg professionellan stuðul og vegleiðing?

Les meira her

Við barn og umhugsi fosturtøku

Fosturtøkuráðgeving

Tú ert vælkomin at skriva teldupost til fosturtøkuráðgevingina á radgevi@gigni.fo

Kommunulækni

Bið um eina tíð hjá kommunulæknanum. Tað er skilagott at skriva niður, nær tú seinast hevði menstruatión, og nær gitingin kann vera farin fram. 

Tú verður kannað av læknanum og blóðroyndir verða tiknar fyri at staðfesta, um tú ert við barn og fyri at máta graviditetshormon (hCG).

Er tú í iva um støðuna og hevur truplar tankar og kenslur, hevur tú møguleika fyri at tosa við kommunulæknan um tað.

Tú søkir um fosturtøku við at fylla út og undirskriva eitt oyðublað, tá tú ert hjá læknanum. 

Síðan verður tú kallað inn til eina forkanning á Landssjúkrahúsinum. 

Tú kanst broyta støðu heilt fram til, at fosturtøkan verður framd.

Les meira um fosturtøku her

 

Kelda: abort.dk

Við barn og umhugsi burturættleiðing

Um tú/tit umhugsa at lata barnið hjá tær/tykkum til ættleiðing, kunnu tú/tit seta tykkum í samband við Familjufyrisitingina.

Hjá Familjufyrisitingini kanst tú fáa ráðgeving um at lata barn til ættleiðing.

Kelda: familjufyrisitingin

Við barn og ynski at fullføra viðgongutíðina

Um tú gerst sannførd um, at tú ynskir at eiga barnið, er hjálp at fáa.

Kommunulækni
Tað er skilagott at skriva niður, nær tú seinast hevði menstruatión, og nær gitingin kann vera farin fram. 

Í fyrstu viðtalu, sum vanliga er í 6. - 10. viku av viðgongutíðini, savnar kommunulæknin saman kunning um teg og tíni viðurskifti. Fyrst verður tú kannað og barnsburður staðfestur við einari blóðroynd. 

Tú verður eisini spurd um heilsu, møguligar arvaligar sjúkur, sálarheilsu, sosialar umstøður og arbeiðsviðurskifti. Í fyrstu viðtaluni hjá kommunulækna byrjar ferðajournalin og ferðatabellin.

Tá ið tú hevur verið til fyrstu viðtalu hjá kommunulækna, sendir hann ávísing til ljósmóðir og ultraljóðskanning. 

Um kommunulæknin metir tørv vera á eyka kanningum hjá serlækna, verður ávísing send. 

Blóðroyndir
Tú skalt eisini á Rannsóknarstovuna (laboratorium) at taka blóðroyndir. Har verður blóðflokkur staðfestur, og tú verður kannað fyri HIV, hepatitis B, rubellavirus og syfilis. 

Ljósmóðir
Tú fært tíð til fyrstu viðtalu hjá ljósmóðir í viku 17.

Ljósmóðirin mátar blóðtrýstið og kannar landið. Harafturat ger hon eina útvortis kanning av búkinum. Hon merkir lívmóðurina, mátar longdina á lívmóðurini og metir, hvussu barnið liggur, og hvussu stórt tað er. Hon lurtar eisini eftir hjartaljóðinum, og spyr um tú merkir lív. 

Ultraljóðskanning
Tú fært tíð til eina ultraljóðskanning í uml. viku 20. Har verður gjøgnumskanning gjørd og terminin verður staðfest. Í gjøgnumskanningini verða gøgnini skannaði. Eisini verður hugt eftir tal av fostrum og hvar móðirkakan liggur. 

Møgulig brek
Nøkur brek eru eyðsýnd og tí løtt at síggja. Onnur brek eru verri at síggja, og tí ber ikki altíð til at staðfesta tey við einari skanning. 

Er illgruni um, at fostrið ber brek, verða nýggjar kanningar og vegleiðing bjóðað. Tað kann vera tungt sálarliga fyri teg og makan, um skanningin vísir okkurt ørkymlandi. Tú fært hjálp og vegleiðing, um tørvur er á tí. 

Serligur tørvur
Landssjúkrahúsið bjóðar barnakonukanningar, ultraljóðskanningar og læknaviðtalur í viðgongutíðini fyri barnakonur við serligum tørvi. Tað eru serlæknar innan gynækologi og obstretrikk, sum gera hesar kanningar. 

Serligur tørvur kann vera høgur aldur á barnakonuni, sjúka, brek, meira enn eitt barn á veg o.a. 

Hvør kann vera við til kanningar
Maki ella ein annar avvarðandi er vælkomin við til kanningar.

Peningalig veiting undir barnsburði

Undir vanligum umstøðum eigur tú sum mamma barsilspening í 4 vikur áðrenn mettan barnsburð og 14 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við pápan ella sammóðurina. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.

Tú eigur eisini sum pápi ella sammóðir rætt til barsilspening í 4 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við mammuna. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.

 

Fleirburðar

Tá ið foreldur fáa tvey ella fleiri børn undir sama barnsburði, hevur pápin ella sammóðirin rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum.

Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, meðan mamman er í barsilsfarloyvi, og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð.

Kelda: barsil.fo

Les meira: Løgtingslóg um barsilsskipan 2025

Lesandi

Tú kanst fáa barsilspening, samstundis sum tú gongur í skúla og fært studning. Studningur er tó ikki a-inntøka og telur tí ikki við, tá ið barsilspeningurin verður roknaður. Til tess mást tú hava havt annað inntøkugevandi arbeiði síðsta árið, áðrenn farloyvið byrjar.

Tú kanst eisini fáa barnsburðarfarloyvisstudning frá Studna. Síggj treytirnar á studni.fo

Kelda: barsil.fo